Gamalt jarn
Seinasta nýggja // Hós, 26 August 2010

Nú verður farið undir at rudda Sandsbygd fyri gamalt jarn.

Møguleiki er nú hjá borgarum at sleppa av við alt jarn, sum ikki verður brúkt.

Prísurin fyri jarn er nú so mikið góður, at kommunan hevur gjørt av, at tíðin er komin til, at fara og rudda burtur gamlar bingjur, maskinur og annað, sum hevur ligið leingi, og sum ikki verður brúkt aftur.

Er onkur borgari, sum hevur okkurt, ið viðkomandi vil sleppa av við, so er bara at siga frá, á kommunuskrivsstovuni tlf 361034.

 
Bókasavnið
Seinasta nýggja // Hós, 26 August 2010

Nú nærkast tíðin, tá bókasavnið letur upp.

Kommunan hevur áður boðað frá, at nýggja bókasavnið letur upp í septembur, men enn er ikki dagur ásettur. Hvør dagurin verður, verður kunngjørt í næstum.

Bókasavnið letur upp við sjálvláni, tað vil siga, at lánarar sjálvir í mest møguligan mun koma at avgreiða síni bókalán.  

 
Skúla- og barnagarðsbørn aftur tryggjaði
Seinasta nýggja // Mik, 25 August 2010

Í eina tíð hevur Sands Kommuna, sum einasta kommunan í oynni, ikki havt børn síni tryggjaði í skúla og barnagarðstíðini.

Á kommunustýrisfundi 23 august, tók kommunan avgerð um, at tekna eina kollektiva vanlukkutrygging fyri skúla- og barnagarðsbørn. Henda avgerð ber í sær, at framyvir eru eisini børn á Sandi tryggjaði fyri vanlukkutilburðum í skúla- og barnagarðstíðini. 

Áheitan verður í komandi døgum send út til skúlastýrini og barnagarðin um at upplýsa fyri foreldrum, at henda avgerð er tikin.

 

 
Betri umstøður hjá barnagarðinum
Seinasta nýggja // Mik, 25 August 2010

Nú verður farið í holt við at gera nakrar umvælingar í barnagarðinum.

Á kommunustýrisfundi 23 august gjørdi kommunan av, at taka av tilboði frá All-Service, um at gera gongd ímillum ovara og niðara garðin í Gamla Skúla. Eisini skal All-Service taka sær av, at leggja tak á úthúsið, so at leikur, súkklur og annað kann standa inni har.  

 
Ungdómurin liðugur fyri hesuferð
Seinasta nýggja // Týs, 20 Juli 2010

Síðstu dagarnar hava tey ungu á Sandi ímillum 14 og 17 ár, havt møguleikan at vinna sær nakrar krónur.

Tey hava starvast hjá kommununi, og har hava tey m.a mála nýggja skúlan, og reinsa vegir og gøtur í bygdini fyri gróður, undir leiðslu av Jógvani og Bjarka.

Sands Kommuna takkar tykkum øllum, fyri tíðina tit hava arbeitt í summar. Vónandi er onkur neisti kyndur, so hugurin til arbeiði framyvir eisini verður góður. Tit hava verið ófør. 

 
<< Byrjan < Undanfarna 1 2 3 4 Næsta > Seinasta >>

Síða 1 av 4