|
Barnagarðurin á Teiginum læt upp 1.febr.2001. Í barnagarðinum, sum heldur til í Gamla skúla, eru 28 børn, og í vøggustovuni, sum húsast á Teiginum, eru 11 børn. Starvsfólkatalið er 8. Í frítíðarskúlanum, sum læt upp í august í ár, eru 10 børn og ein vaksin. Frítíðarskúlin hevur fingið innivist í nýggja barnaskúlanum
Gamli skúlin varð bygdur í 1884 og var nú bæði ov lítil og ótíðarhóskandi. Nýggi barnaskúlin læt upp í 2009. Í ár, 2010/11 eru 57 børn skrivað inn í skúlan. Nýggi skúlin er ivaleysa stórur at hýsa upp til um 80 børnum. Við skúlan eru normerað 5 størv. Skúlin lýkur á allan hátt tey krøv, bæði myndugleikar, lærarar, foreldur og næmingar seta nýggjum skúla. Her ganga næmingarnir í fimm ár og fara síðan inn í Dal á Sandoyar Meginskúla.
Inni á Sandoyar Meginskúla møtast allir næmingarnir í oynni frá 6. skúlaári, og har ganga tey tey kravdu skúlaárini og kunnu eisini taka 10. skúlár. Av frítíðarítrivum er serlig fótbólturin, men gloymast skal ikki, at meðan svimjing er á Meginskúlanum, er samstundis eisini almenn svimjing. Heima á Sandi er upp at nýggja barnaskúlanum ein sparkivøllur, UEFA-vøllur, sum næmingarnir nýta nógv í fríkorterunum, men hann verður eisini nógv nýttur uttan fyri skúlatíð av bæði yngri og eldri. Nú hevur mentamálaráðharrin í miðlunum kunngjørt, at farast skal undir at byggja ítróttarhøll inni við Meginskúlan. Øll vóna, at gangast fer sum ætlað, og tá fær oyggin og ikki bara Sandur nógv fjølbroyttari ítróttartilboð enn í dag.
Størsti sandkassin er millum mølheyggjarnar. Áin rennur møk, og nógvir karmar koma til húsa um summarið, og fitt av sandi. Vælkent er útferðartilboðið frá Jóan Petur Clementsen við bátinum Hvíthamri til Stóru Dímun, runt Skúvoynna ella vestan fyri Sandoynna. Hann hevur eisini útgerð, at tey, ið hug hava til tess, kunnu royna at fáa sær eitt kók. Skipað verður eisini fyri síging vestan til á Sandoynni.
|