| Starvið á bókasavninum sett |
|
|
|
| Written by Administrator |
| Hós, 01 Juli 2010 |
|
Á kommunustýrisfundinum 28 juni 2010 varð samtykt, at seta Hjørdis Jensen í starv, at taka sær av bókasavninum. Fimm umsóknir komu inn til starvið. Trivnaðar- og mentanarnevndin gjørdi innstilling til kommunustýrið, og kommunustýrið valdi at fylgja hesum tilmæli. Starvið er tíðaravmarkað frá 1 sept 2010 til 31 des 2010. Vit ynskja Hjørdis Jensen hepna hond við nýggja starvinum. |
| Seinast uppdatera tann Hós, 01 Juli 2010 |



