Spillivatnsætlan PDF Prenta E-mail
Written by Administrator   
Hós, 01 Juli 2010

Á kommunustýrisfundi 23 mars 2010, samtykti stýrið at fara undir at gera eina spillivatnsætlan.

Krav er komið frá Umhvørvisstovuni, at allar kommunur hava eina slíka ætlan tøka frá 1 januar 2010. Umhvørvisstovan skal góðkenna ætlanina, tá hon er liðug.

Skjøtul er nú settur á arbeiðið frá kommununar síðu, og verður tað Pf. Sofus M. Jakobsen, sum skal standa fyri arbeiðnum.

Afturat sær undir arbeiðinum, hevur fyritøkan Sp/f Rólant Vidtfeldt, sum hevur arbeitt innan kloakkeringsøkið hjá Sands Kommunu, í nógv ár.

Seinast uppdatera tann Hós, 01 Juli 2010