Vinnan PDF Prenta E-mail

Sandoyggin er landbúnaðaroyggj.
Bóndagarðarnir heima á Sandi eru 6 í tali: í Skemmuni, Uttastova, Miðstova, í Beitinum, undir Skarði og á Klettum.

Men Sands kommuna hevur eisini annað at bjóða innan vinnuøkið. Við Nípuveg og á Ravnaskúta eru øki løgd út til vinnu, og prísurin er ógvuliga sámuligur, úr 35 til 75 kr. Fyri fermeturin.


Gamli handilin á Grótteigum, sum Fornminnifelagið nú eigur.

Handlar:
Matvøruhandlarnir eru 2: Handil v. Elinborg Simonsen og Eldhús.
Ellubitin selur tógv og barnaklæði og hevur Vodafoneavgreiðslu.
Rólant Vidtfeldt hevur umframt VVS-tænastu eisini gávu- og hvítvøruhandil.

Hárfríðkanarstovurnar eru tvær: Hjá Astrid og hjá Ketty.

Tveir bilaverkstaðir við olju- og bensinsølu eru: Effo v. Karl Vidtfeldt og Magn v. Finnleif Fagradal. Báðar støðirnar hava eisini allar kioskvørur at selja.
Skúlabarnaflutninginum í oynni taka Karl  Vidtfeldt og Finnleif Fagradal sær eisini av.
AP/F Finnleif Fagradal tekur sær eisini av útgrevstri og projektering.

Húsasmíð og umvælingar o.tl.:
Eyðfinn Clementsen, húsasmiður.
All-service v. Allin Simonsen.
Multitænastan v. Fríða Nolsøe.
William Davidsen og Herálvur Jensen, húsasmiðir


Nakrir fulriknir útróðrarbátar eru. Stóri trupulleiki teirra er avreiðingarmøguleikarnir. Teir noyðast á Toftir, í Vágarnar ella til Suðuroyar at avreiða.

Bátasmiður: Jóan Petur Clementsen.
Roknskaparstovan v. Terja Dalsgaard.
Bankarnir eru tveir: BankNordik og Eik