31. mei 2010 PDF Prenta E-mail

Kunning frá Sands kommunu

Kommunustýrisfundur varð 31 mei 2010 

Mál 1
Heimasíðan
Søkt hevur verið eftir fólki, og tvær umsóknir eru komnar inn. Uppgávan inniber m.a, at skriva í teir
teigarnar, ið eru uttast til høgru á heimasíðuni, at taka myndir og leggja tær út á heimasíðuna.
Borgarstjórin skjýtur upp, at seta Símun av Skarði til hesa uppgávu.
Stýrið samtykti uppskotið frá borgarstjóranum.

Mál 2.1
Umsókn frá Føroya Sanglærarafelag, um stuðul til verkætlanina “Skúlasangbókin”, 450 føroyskir sangir til skúlabrúks.
Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum til, at stuðla við kr. 1.000,-.
Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.

Mál 2.2
Umsókn frá Sandoyar Sýslu Ferðalag, víðvíkjandi vasking á Kunningarstovuni, har spurt verður, um Sands Kommuna kann átaka sær, at vaska gongina inn á Kunningarstovuna.
Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum frá, at ganga umsóknini á møti.
Páll á Reynatúgvu skjýtur upp, at játta Sandoyar Sýslu Ferðalag, so sum søkt er um.
Atkvøtt varð um uppskotið frá Páll á Reynatúgvu, og fall uppskotið.
Atkvøtt var siðani um uppskotið frá nevndini, og varð tað samtykt.
Stýrið samtykti tí, ikki at ganga umsóknini á møti.

Mál 2.3
Umsókn um stuðul, fyri árið 2010 frá Kvinnuhúsinum.
Trivnaðar- og Mentanarnevndini mælir stýrinum til, at játta kr. 1.500,-. 
Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.

Mál 2.4
Umsókn um stuðul, til prenting av tíðarritinum “Eftirskúlin nr 5”.
Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum til, at játta kr. 500,- til endamálið.
Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.

Mál 2.5
Umsókn frá Psykiatriska depilinunum, um fíggjarligan stuðul í samband við Psykiatrisk
Sympositum í Norðurlandahúsinum í Januar 2011.
Trivnaðar-og Mentanarnevndin mælir stýrinum frá, at ganga umsóknini á møti.
Uppskot frá Páll á Reynatúgvu, um at játta kr 1.000,- til endamálið.
Atkvøtt varð um uppskotið frá Páll á Reynatúgvu, og fall uppskotið.
Atkvøtt var síðani um uppskotið frá nevndini, og varð tað samtykt.
Stýrið samtykti tí, ikki at ganga umsóknini á møti.

Mál 2.6
Umsókn um stuðul til Summartónar 2010, í Sands Listasavni.
Meirlutin í Trivnaðar- og Mentanarnevndini, Poul Klementsen og Eyðvarur Petersen mæla til, ikki at ganga umsóknini á møti. Minnilutin, Olga Fossdalsá mælir til, at játta kr.1.000,- til endamálið.
Atkvøtt var um tilmælið frá Olgu Fossdalsá, og varð tað samtykt.
Stýrið samtykti  tí, at játta kr 1000,-, til Summartónar 2010.

Mál 2.7
Fíggjarætlan fyri Sands Bókasavn 2011.
Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum til, at játta kr. 244.000,- til endamálið.
Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.

Mál 3.1
Umsókn frá Harriet K. Jensen, um sundurbýti av matr. nr. 138.
Vinnu- og Tøkninevndin mælir til, at geva loyvi, so sum søkt er um.
Stýrið samtykti tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.

Mál 3.2
Umsókn frá Olaf Rasmussen, Argir, um sundurbýti av matr. nr. 252a.
Vinnu- og Tøkninevndin mælir til, at geva loyvi, so sum søkt er um.
Stýrið samtykti tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.

Mál 3.3
Sambært adressukunngerðini, skal Sands Kommuna áseta adressur, tá ið nýggj grundstykkir
verða frábýtt. Í hesum sambandi eru eingi veganøvn ásett, til vegin sunnanfyri ídnaðarøkið úti í Støð,
og sunnanfyri landsfjósið.
Vinnu- og Tøkninevndin mælir til, at vegurin sunnanfyri ídnaðarøki  verður nevndur “Nýpuvegur”, og
vegurin sunnanfyri landsfjósið verður nevndur “Undir Ravnaskúta”.
Stýrið samtykti tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini, treytað av, at kommunan ráðførur seg við
málfrøðina.

Mál 3.4
Umsókn frá Jógvan Hendrik og Tóru Jensen, um byggiloyvi til carport á matr nr. 359.
Vinnu- og Tøkninevndin mælir stýrinum til, at geva loyvi, so sum søkt er um. 
Stýrið samtykti tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.

Mál 4
Góðkenning av ársroknskapi og grannskoðanarprotokoll fyri 2009.
Meirlutin í Fíggjarnevndini, Poul Klementsen og Brandur Sandoy mæla stýrinum til, at góðkenna
fyriliggjandi grannskoðaraprotokoll, og ársroknskap.
Fíggjarnevndin mælir somuleiðis stýrinum til, at inntøkuføra kr. 222.000,- í árinum 2010, sum komu
inn í 2001 fyri dagtilhaldið Hugnan, hetta eftir tilmæli frá grannskoðaranum.
Stýrið samtykti fyriliggjandi grannskoðaraprotokoll og ársroknskap fyri 2009, og tilmælið frá grannskoðaranum.

Mál 4.2
Uppskot frá minnilutanum Páll á Reynatúgvu, um at kommunustýrið samtykkir, at draga inn
alla útistandandi áogn, eldri enn 3 mánaðar gomul.
Broytingaruppskot frá Poul Klementsen, um at koyra málið aftur í Fíggjarnevndina, til víðari viðgerð.
Atkvøtt varð um broytingaruppskotið, og varð tað samtykt.
Stýrið samtykti tí, at koyra málið aftur í Fíggjarnevndina, til víðari víðgerð.


Kommunan heitir á borgarar, um vinarliga ikki at leggja
burturkast frá sær, á moldøkinum norðuri við Hálsavøtnini.
Jarn, træ, plast og annað burturkast, SKAL latast í
ruskbingjurnar úti í Støð.

Sands Kommuna