Bókasavnið letur upp PDF Prenta E-mail
Written by Administrator   
Týs, 21 Septembur 2010

Sunnudagin 26 septembur kl 19, letur nýggja bókasavnið á Sandi upp.

Borgarstjórin á Sandi bjóðar vælkomin.

Oddfríður Rasmussen, skald, fer at lesa egið tilfar, og ung frá Sandoyar Musikkskúla fara at framføra. 

Sands Bókasavn hevur fingið loyvi frá Mentamálaráðnum at lata upp við sjálvlánsskipan. Hetta merkir, at lánarar í stóran mun koma at avgreiða síni egnu bókalán, eftir at lánarar eru skrásettir av starvsfólkinum á bókasavninum. Skipanin verður royndarkoyrd fram til ársskiftið, tá eftirmett verður, hvørt henda skipan kann nýtast framyvir ella ikki. 

Sjálvlánsskipanin er ikki tøk enn, og tí verður bókasavnið opið týsdag frá kl 16,30 - 19,00, og hóskvøld frá kl 19,00 - 21,30. Lýst verður tá skipanin er tøk, og tá verður bókasavnið ætlandi opið frá kl 8,00 á morgni. 

 

 

Seinast uppdatera tann Týs, 21 Septembur 2010