|
Kunning frá Sands Kommunu
Tann 10 mei 2010, varð hildin eykakommunustýrisfundur.
Mál 1 Val av tveimum limum í kirkjugarðsráðið. Stýrið samtykti, at velja Eyðvarur Petersen og Rúna Winther sum limir í kirkjugarðsráðið, og Poul Klementsen og Olgu Fossdalsá sum varalimir.
Mál 2.1 2. viðgerð av eykajáttan, til minnissteinin yvir Princippiu. Stýrið samtykti við 2. viðgerð eykajáttanina, til minnissteinin yvir Princippiu.
Mál 2.2 2. viðgerð av eykajáttan, til Sandoyar Barnaverndartænastu. Stýrið samtykti við 2. viðgerð eykajáttanina, til Sandoyar Barnaverndartænastu. Páll á Reynatúgvu fór av fundi, meðan málið varð viðgjørt. Mál 3 Góðkenning av skúla- og barnagarðssamstarvi, millum Sands og Húsavíkar kommunur. Stýrið samtykti fyriliggjandi sáttmála, um skúla- og barnagarðssamstarv millum Sands og Húsavíkar kommunur. Mál 4 Góðkenning av reglugerð hjá Sands Kommunu, fyri goymslu av tøðum, og taðing við mykju. Uppskot frá Páll á Reynatúgvu, um at koyra málið í vinnu- og tøkninevndina, til víðari viðgerð. Atkvøtt varð um uppskotið, og tað fall. Páll á Reynatúgvu fór av fundi. Atkvøtt varð um upprunauppskotið um reglugerð, og varð tað samtykt. Olga Fossdalsá og Poul Klementsen fóru av fundi, meðan málið var viðgjørt. Hans Meinhard Midjord tók sætið fyri Poul Klementsen. Mál 5.1 Umsókn frá 10 flokki á Sandoyar Meginskúla, um stuðul til uttanlandaferð. Uppskot frá meirlutanum í trivnaðar- og mentanarnevndini, Fríða Nolsøe og Brandi Sandoy, um at játta kr. 10.000,-, og afturfyri skulu børnini grunda nýggja skúlan við grundingsolju. Samd nevnd mælir kommunustýrinum til, at samtykkja uppskotið, tó treytar Olga Fossdalsá sær, at arbeiðið verður gjørt undir uppsýni av vaksnum. Peningurin verður at taka av mentanarkontoini. Stýrið samtykti tilmælið frá trivnaðar-og mentanarnevndini. Peningurin verður útgoldin, tá ið arbeiðið er gjørt.
Mál 5.2 Ung í Arbeiði. Trivnaðar-, og mentanarnevndin mælir kommunustýrinum til, at játta kr. 50.000 til endamálið. Stýrið samtykti tilmælið frá trivnaðar- og mentanarnevndini.
Mál 5.3 Bókasavnið. Ein meirluti í trivnaðar-, og mentanarnevndini, Fríði Nolsøe og Brandur Sandoy mæla til, at bókasavnið letur upp 1 Sept, við sjálvsláni, og at søkt verður eftir einum fólki 5 tímar um vikuna. Olga Fossdalsá mælir til, at uppskotið frá 16. Nov. 2009 frá minnilutanum verður fylgt, saman við broyting til fíggjarætlanina frá minnilutanum. Atkvøtt var um tilmælið frá Fríða Nolsøe og Brandur Sandoy, og varð hetta samtykt. Atkvøtt var um tilmælið frá Olgu Fossdalsá, og fall hetta. Samtykt varð sostatt, at bókasavnið letur upp 1 Sept, við sjálvsláni, og at søkjast skal eftir einum fólki 5 tímar um vikuna.
Ruddingardagur á Sandi Í samband við Útivikuna 2010, skipa Sands Kommuna og Ungmannafelagið Virkið í felag, fyri ruddingardegi leygardagin 29 mei. Ruddað verður í bygdini, runt Sandsvatn, og yviri í Søltuvík. Byrjað verður við morgunmati í Virkinum kl 9.30. Tá morgunmaturin er etin, verður farið at rudda, og ruddað verður til kl 15.00, tá suppa og annað gott verður at fáa í Virkinum. Traktorar og onnur akfør fara at koyra burturkastið, og kl 19.00 verður bál niðri á Sand, har vit fara at grilla pylsur, og okkurt undirhald verður eisini. Um so er at húsarhald hava okkurt at brenna, verða tey vinarliga biðin um at koyra tað oman til bálið. Húsarhalds- burturkast ið verður sett við vegin verður ikki tikið. Seinni á kvøldi skipar Ungmannafelagið fyri Café-kvøldi í Virkinum. Sands Kommuna og Ungmannafelagið heitir á øll, um at møta mannsterk upp at rudda, so at bygdin verður at skína, nú summarið kemur.
|