27 septembur og 25 oktobur 2010 PDF Prenta E-mail
Written by Administrator   
Hós, 28 Oktobur 2010

Kunning frá Sands Kommunu

 

Kommunustýrisfundur hildin 27. September  2010     

Mál 1.1 Umsókn frá Eli Hentze og Lillian Clementsen um byggiloyvi, til at byggja uppí sethúsini á matr. nr. 279c. Tekning viðløgd.

Vinnu- og tøkninevndin mælir stýrinum til at geva loyvi, so sum søkt er um.

Stýrið samtykkir tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.

 

Mál 1.2 Umsókn frá Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f, um graviloyvi til ítróttarhøllina inni í Dal.

Vinnu- og tøkninevndin mælir stýrinum til at geva loyvi, so sum søkt er um.

Stýrið samtykkir tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.

 

Mál 1.3 Umsókn frá Heina Weihe Breiðablik 5 FO-100 Tórshavn um byggiloyvi, at byggja upp í húsini, á matr. nr. 154 á Sandi. Talan er um eystara bygningin í Bursatrøð.

Vinnu- og tøkninevndin mælir stýrinum til at geva loyvi, so sum søkt er um.

Stýrið samtykkir tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.

 

Mál 2.2 Uppskot frá Páll á Reynatúgvu, Lis Clementsen og Olgu Fossdalsá um at gera spælipláss á Lítlavølli.

Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum til, at koyra málið aftur í nevndina, til víðari viðgerð.

Stýrið samtykkir tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.

 

Mál 3.1  1. viðgerð av fíggjarætlan fyri 2011.

Fíggjarnevndin gekk gjøgnum uppskot 1 til fíggjarætlan fyri 2011. Ein meiriluti Brandur Sandoy og Poul Klementsen mæla stýrinum til við 1 viðgerð, at samtykkja fyriliggjandi fíggjarætlanaruppskot fyri 2011. 

Stýrið atkvøddi um tilmælið frá Brandur Sandoy og Poul Klementsen:  Fýra atkvøður vóru fyri, og ongin atkvøða var ímóti.

Fíggjarætlanin fyri 2011, er sostatt samtykt við 1. Viðgerð.

 

Mál 4. Borgarstjórin kunnaði um ymisk mál.

 

 

 

Kommunustýrisfundur hildin 25. Oktobur 2010

Mál 1. Av tí at verðandi starvsfólk, sum røkir vaskistarvið í skúlanum, hevur sagt upp til 1 Januar 2011 at rokna, og fyribilsstarvssetanin hjá  hjálparstarvsfólkinum er farin úr gildið, skjýtur borgarstjórin upp, at stýrið lýsir leys hesi størv. Borgarstjórin mælir til, at vit framhaldandi hava vaskingina sum tvey størv, og seta tey nýggju størvini frá 1 Januar 2011.  

Atkvøtt var um tilmælið frá borgarstjóranum: Fýra atkvøddu fyri og ongin atkvøddi ímóti.

Samtykt er sostatt, at søkja eftir tveimum starvsfólkum, at vaska skúlan frá 1 Januar 2011.

 

Mál 2. Skriv er komið frá Innlendismálaráðnum, har Sands Kommunu verður biðin um, at gera viðmerkingar til viðmerkingarnar í álitinum frá Býarskipanarnevndini, viðvíkjandi endurskoðari byggisamtykt fyri Sands Kommunu. 

Páll á Reynatúgvu fór av fundi, og luttók ikki í restini av fundinum.

 

Økisásetingarnar:

Stýrið hevur ongar viðmerkingar, til viðmerkingarnar hjá Býarskipanarnevndini.

 

Økisskipanini:

Stýrið hevur ongar viðmerkingar, til viðmerkingarnar hjá Býarskipanarnevndini.

 

Kærur og broytingaruppskot: 

Viðvíkjandi kæru um Frílendi við Nykutjørn, hevur stýrið onga viðmerking.

Olga Fossdalsá fór av fundi, meðan hetta mál varð viðgjørt.

Viðvíkjandi kæru um økið til Golfvøll, hevur  stýrið onga viðmerking.

Viðvíkjandi kæru um kampingøkið:

Kommunustýrið tekur undir við Býarskipanarnevndini, og harafturat skjýtur Kommunustýrið upp, at víðka grein 2 við hesi orðing: Áðrenn fari verður undir at klárgera økið, skulu nágreiniligar reglur gerast fyri nýtslu og hald.

Viðvíkjandi kærunum um summarhúsaøkið á Nýggjagørðum:

Lis Clementsen og Olga Fossdalsá mæla frá, at taka undir við kærunum. Harvið ynskja tær, at summarhúsøkið á Nýggjagørðum verður verðandi í byggisamtyktini.

Eyðvarur Petersen fór av fundi, meðan hetta mál var viðgjørt.

 

Mál 3.1 Umsókn frá Olgu Clementsen, um loyvi at gera parkeringspláss á matr. nr. 222b á Sandi. Ætlanin er, at fylla upp eitt pláss á 5x5 m móti norður og vesturmarkinum á grundstykkinum, við innkoyring frá Heimasandsvegi.

Stýrið samtykkir at loyvi verður givið, so sum søkt er um, treytað av at Landsverk gevur sítt loyvi.

 

Mál 3.2 Umsókn frá Sandoyar Sýslu Bjargingarfelag, um loyvi at planera áleið 300 fermetrar av matr. nr. 169f á Sandi.

Stýrið samtykkir at loyvi verður givið, so sum søkt er um.

Mál 3.3 Kommunusamanleggingar í oynni.

Borgarstjórarnir í oynni hava verið á fundi, og umrøtt spurningin um kommunusamanlegging. Borgarstjórarnir vóru samdir um, at leggja spurningin um kommunusamanlegging út til kommunustýrini til hoyringar. Ætlanin hjá borgarstjórunum er at kanna eftir, um undirtøka er fyri eini vegleiðandi fólkaatkvøðu. Tankin aftanfyri fólkaatkvøðuna er, at fáa eina fatan av, hvørt fólkið í oynni tekur undir við, at kommunurnar í oynni verða lagdar saman, ella ikki.

Kommunustýrið er samt um, at oyggin eigur at verða løgd saman í eina kommunu.

Somuleiðis er stýrið samt um, at hava eina vegleiðandi fólkaatkvøðu um samanlegging.

Stýrið er eisini samt um, at hava ein almennan borgarafund um málið, áðrenn vegleiðandi fólkaatkvøðuna. 

Borgarstjórin arbeiðir víðari við málinum. 

 

Sands Kommuna

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

               

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

    

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

               

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Seinast uppdatera tann Hós, 28 Oktobur 2010