13 desembur 2010 PDF Prenta E-mail
Written by Administrator   
Mik, 22 Desembur 2010

Kunning frá Sands Kommunu

 

 

 

Kommunustýrisfundur var hildin mánadagin 13 desembur 2010.

 

Møtt vóru Brandur Sandoy, Poul Klementsen, Gunnar Bjarnason, Hans Meinhard Midjord, Páll á Reynatúgvu, Olga Fossdalsá og Lis Clementsen.

 

 

Til viðgerðar vóru mál frá fíggjarnevndini.

 

Mál 1.1. 1 viðgerð av eykafíggjarætlan fyri 2010.

Ein meiriluti, Brandur Sandoy og Poul Klementsen mæla stýrinum til, at samtykkja við 1 viðgerð uppskot 1, til eykafíggjarætlan fyri 2010. Samstundis mæla Brandur Sandoy og Poul Klementsen til at leggja tær eykajáttanir inn í uppskotið, ið eru samtyktar ígjøgnum árið.

Páll á Reynatúgvu kemur við viðmerkingum sínum, áðrenn tilfarið til kommunustýrislimirnar fer út.

Páll á Reynatúgvu hevur hesa viðmerking. Samanumtikið er nógv sum ber brá av óvissu og vantandi heimilum aftanvert eykafíggarætlanaruppskotið frá borgarstjóranum, og mælir Listi C til neyva viðgerð í kommunustýri og í fíggjarnevnd, áðrenn endaliga støðutakan frá kommunustýrinum.

Atkvøtt varð um tilmælið frá Brandur Sandoy og Poul Klementsen. Fýra atkvøður vóru fyri, og trýggjar vóru ímóti.

Eykafíggjarætlanin fyri 2010, er sostatt samtykt við 1 viðgerð.

Mál 1.2. Ein meiriluti, Brandur Sandoy og Poul Klementsen mæla stýrinum til, at skriva undir ársroknskapin fyri Barnagarðin á Teigunum fyri 2009, treytað av at skrivligt tilmæli er fingið frá grannskoðaranum.

Páll á Reynatúgvu tekur støðu til málið á komandi kommunustýrisfundi, vegna vantandi upplýsingar.

Tilmælið frá grannskoðaranum varð fingið til vega, ið mælir kommunustýrinum til at skriva undir fyriliggjandi ársroknskap fyri 2009.

Atkvøtt var um tilmælið frá Brandur Sandoy og Poul Klementsen. Seks atkvøddu fyri og ongin atkvøddi ímóti.

Tilmælið fra Brandur Sandoy og Poul Klementsen er sostatt samtykt.

Seinast uppdatera tann Mik, 22 Desembur 2010