|
Ellis- og røktarheimið Áargarður læt upp í jan. 1997. Har er pláss fyri 10 búfólkum, og ársverkini hjá Nærverkinum, sum hevur øll røktarheimini í oynni og eisini tekur sær av røkt uttan fyri ellis- og røktarheimini í oynni, eru íalt uml. 40.
Eldratilhaldið " Hugnin" byrjaði virksemi sítt í februar 2003. Har er opið mána- og mikudagar í vetrahálvuni kl. 13 - 17. Enn koma flest kvinnur í " Hugnan", men tað er kanska bara ein spurningur um at venja seg við tilboðið, og fara mannfólk so ivaleyst eisini at koma fleiri. Navnið "Hugnin" lýsir væl lagið, sum ein varnast, tá ið ein kemur á gátt. Stokkarnir glinta, kortini eru frammi, ludo og prát og skemt. Í 2007 og 2010 hava luttakararnir í felag tøvt veggjaprýði til stovuna í býráðshúsinum, har " Hugnin " heldur til. Veggjaprýðini lýsa søgurnar um "Kálv Lítla" (2007) og "Húsfrúnna í Húsavík" (2010). Endamálið við eldrafelagnum er at varðveita og styrkja førleikarnar hjá brúkarunum við skipaðum tilboðum til henda aldursbólkin. Til tess at náa málinum verður skipað fyri nógvum tiltøkum, t.d. boccia, útferðum at kunna okkum um samferðslukervið, onnur tilhald o.s.fr.
|