Fyribilsskrá fyri regattatiltak
Seinasta nýggja // Frí, 18 Maj 2012

Fyribilsskrá fyri regattatiltakið á Sandi 06. juli 2012, sum Sands kommuna og ungmannafelagið Virkið skipa fyri.

Felags fyri tiltakið er, at alt gongur fyri seg á havnalagnum, Úti í Støð.

 

Kl 16:           Virkið letur upp søludisk 

KL 16 – 19: Virkið skipar fyri ymsum barnatiltøkum

Kl 18- 21:   Harmonikkuspælarar úr oynni spæla sjómanssangir

Kl 19:          Seglskipini koma at bryggju, og kommunan bjóðar vælkomin

Kl 19 -21:   Skipini verða opin fyri vitjandi, har víst verður runt, og børnini fáa spurnarbløð.

Kl 20- 24:   Restaurant 11 grillar og selur regattabúffar o.a í tjaldinum

Kl 21–22:   Harmonikumenn spæla til felagssang í tjaldinum

Kl 22- 23:   Leikum Fagurt skipar fyri føroyskum dansi í teltinum

Kl 23 - :      Harmonikudansur við Regin Jacobsen o.ø

 

Skipað verður fyri busskoyring til allar bygdir í oynni eftir tiltakið.  

Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

 

Sands kommuna og Virkið

 
Kommunustýrisfundur 21 mei 2012
Seinasta nýggja // Týs, 15 Maj 2012

Kommunustýrisfundur verður mánadagin 21. mei 2012, kl 18,30.

Skrá:

 

1.        Mál frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini

·          Umsókn frá Sands Skjótifelag, um fíggjarligan stuðul

·          Umsókn frá Maluni Egholm og Fíu Lindenskov, um fíggjarligan stuðul til ráðstevnu, við heitinum “ Ung & Seksualitetur í Føroyum”

·          Umbøn frá stuðulsbólkinum “Næstanum”, um fíggjarligan stuðul til skúlabygging í Nakuru í Kenya

·          Umsókn frá Kristian Blak, um fíggjarligan stuðul í samband við Summartónar 2012

·          Umsókn frá Sands Bygdarsavni, um fíggjarligan stuðul

2.        Starvssetanir

3.        Roknskapurin fyri 2011 til góðkenningar

4.        Ymiskt

 
Eykakommunustýrisfundur
Seinasta nýggja // Hós, 16 Februar 2012

 

Eykakommunustýrisfundur verður týsdagin 21-02-2012, kl 18.30

 Skrá:

 

1.      Møgulig støðutakan til innkomin tilboð uppá útbygging av barnagarðinum

2.      Møgulig støðutakan til útbjóðing av arbeiði, í samband við nýggjan kirkjugarð

  

 
Kommunustýrisfundur 27.02.2012
Seinasta nýggja // Mán, 20 Februar 2012

Kommunustýrisfundur verður mánadagin 27. februar 2012, kl 18,30.

Skrá:

1.        Mál frá Vinnu- og Tøkninevndini

·          Umsókn frá Sands Kirkjuráð, um byggiloyvi til sóknarhús, á matr. nr. 215

·          Umsókn frá Poul Klementsen, um byggiloyvi til hjall o.a, á matr. nr. 169a

·          Umsókn frá Jóan Petur Clementsen, um keyp av lendi frá matr. nr. 306

 

2.        Mál frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini

·          Umsókn frá Útoyggjafelagnum, um fíggjarligan stuðul

·          Umsókn frá blaðnum Eftirskúlin, um fíggjarligan stuðul

·          Umsókn frá Føroya civila Hundaførarafelag, um fíggjarligan stuðul

 

3.        Góðkenning av bókasavnsroknskapinum fyri 2011

4.        Ymiskt

 

 

 
Kommunustýrisfundur 31-10-2011
Seinasta nýggja // Mik, 26 Oktobur 2011

 

Kommunustýrisfundur verður mánadagin 31. oktobur 2011, kl 18.

Skrá:

 

1.        Mál frá Vinnu- og Tøkninevndini

·          Umsókn frá Árna Jacobsen, um byggiloyvi á matr. nr 39

·          Nýggjur kirkjugarður

 

2.        Mál frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini

·          Skriv frá B71, um fíggjarligan stuðul

·          Uppskot frá Lista C, um ungdómshús

·          Umsókn frá 4.P á Føroya Læraraskúla, um fíggjarligan stuðul til námsferð

·          Endurnýggjan av leiguavtalu við Sandoyar Sýslu Ferðalag  

3.        Setan av tíðaravmarkaðum vaskistarvi á kommunuskrivsstovuni

4.        Avtala millum Mentamálaráðið og Sands kommunu, um keyp av kirkjugarði

5.        Frítíðartilboð til ung við menningartarni

6.        Ymiskt

 
<< Byrjan < Undanfarna 1 2 3 4 5 6 7 8 9 Næsta > Seinasta >>

Síða 1 av 9