|
Fyribilsskrá fyri regattatiltak |
|
Seinasta nýggja //
Frí, 18 Maj 2012
|
|
Fyribilsskrá fyri regattatiltakið á Sandi 06. juli 2012, sum Sands kommuna og ungmannafelagið Virkið skipa fyri.
Felags fyri tiltakið er, at alt gongur fyri seg á havnalagnum, Úti í Støð.
Kl 16: Virkið letur upp søludisk
KL 16 – 19: Virkið skipar fyri ymsum barnatiltøkum
Kl 18- 21: Harmonikkuspælarar úr oynni spæla sjómanssangir
Kl 19: Seglskipini koma at bryggju, og kommunan bjóðar vælkomin
Kl 19 -21: Skipini verða opin fyri vitjandi, har víst verður runt, og børnini fáa spurnarbløð.
Kl 20- 24: Restaurant 11 grillar og selur regattabúffar o.a í tjaldinum
Kl 21–22: Harmonikumenn spæla til felagssang í tjaldinum
Kl 22- 23: Leikum Fagurt skipar fyri føroyskum dansi í teltinum
Kl 23 - : Harmonikudansur við Regin Jacobsen o.ø
Skipað verður fyri busskoyring til allar bygdir í oynni eftir tiltakið.
Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka.
Sands kommuna og Virkið |
|
|
Kommunustýrisfundur 21 mei 2012 |
|
Seinasta nýggja //
Týs, 15 Maj 2012
|
|
Kommunustýrisfundur verður mánadagin 21. mei 2012, kl 18,30.
Skrá:
1. Mál frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini
· Umsókn frá Sands Skjótifelag, um fíggjarligan stuðul
· Umsókn frá Maluni Egholm og Fíu Lindenskov, um fíggjarligan stuðul til ráðstevnu, við heitinum “ Ung & Seksualitetur í Føroyum”
· Umbøn frá stuðulsbólkinum “Næstanum”, um fíggjarligan stuðul til skúlabygging í Nakuru í Kenya
· Umsókn frá Kristian Blak, um fíggjarligan stuðul í samband við Summartónar 2012
· Umsókn frá Sands Bygdarsavni, um fíggjarligan stuðul
2. Starvssetanir
3. Roknskapurin fyri 2011 til góðkenningar
4. Ymiskt |
|
Seinasta nýggja //
Hós, 16 Februar 2012
|
|
Eykakommunustýrisfundur verður týsdagin 21-02-2012, kl 18.30
Skrá:
1. Møgulig støðutakan til innkomin tilboð uppá útbygging av barnagarðinum
2. Møgulig støðutakan til útbjóðing av arbeiði, í samband við nýggjan kirkjugarð
|
|
|
Kommunustýrisfundur 27.02.2012 |
|
Seinasta nýggja //
Mán, 20 Februar 2012
|
|
Kommunustýrisfundur verður mánadagin 27. februar 2012, kl 18,30.
Skrá:
1. Mál frá Vinnu- og Tøkninevndini
· Umsókn frá Sands Kirkjuráð, um byggiloyvi til sóknarhús, á matr. nr. 215
· Umsókn frá Poul Klementsen, um byggiloyvi til hjall o.a, á matr. nr. 169a
· Umsókn frá Jóan Petur Clementsen, um keyp av lendi frá matr. nr. 306
2. Mál frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini
· Umsókn frá Útoyggjafelagnum, um fíggjarligan stuðul
· Umsókn frá blaðnum Eftirskúlin, um fíggjarligan stuðul
· Umsókn frá Føroya civila Hundaførarafelag, um fíggjarligan stuðul
3. Góðkenning av bókasavnsroknskapinum fyri 2011
4. Ymiskt
|
|
Kommunustýrisfundur 31-10-2011 |
|
Seinasta nýggja //
Mik, 26 Oktobur 2011
|
|
Kommunustýrisfundur verður mánadagin 31. oktobur 2011, kl 18.
Skrá:
1. Mál frá Vinnu- og Tøkninevndini
· Umsókn frá Árna Jacobsen, um byggiloyvi á matr. nr 39
· Nýggjur kirkjugarður
2. Mál frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini
· Skriv frá B71, um fíggjarligan stuðul
· Uppskot frá Lista C, um ungdómshús
· Umsókn frá 4.P á Føroya Læraraskúla, um fíggjarligan stuðul til námsferð
· Endurnýggjan av leiguavtalu við Sandoyar Sýslu Ferðalag
3. Setan av tíðaravmarkaðum vaskistarvi á kommunuskrivsstovuni
4. Avtala millum Mentamálaráðið og Sands kommunu, um keyp av kirkjugarði
5. Frítíðartilboð til ung við menningartarni
6. Ymiskt |
|
|
|
|
<< Byrjan < Undanfarna 1 2 3 4 5 6 7 8 9 Næsta > Seinasta >>
|
|
Síða 1 av 9 |