|
Sandur er fyrndargomul bygd. Fornfrøðingar staðfesta, at á Sandi hevur verið bygt síðan umleið ár 700 eftir føðing Krists.
Sands kirkja, bygd 1839, er sætta kirkja á sama staði. Tann elsta var frá um 1100 e.Kr. Uttan fyri gamla kirkjugarðin hava fornfrøðingar grivið og kannað, og nýggjasti fundurin, 2009, var laðing eftir arbeiðsrúmi, smiðju ivaleyst. Og á Junkarinsfløtti eru útgrevstrar gjørdir, og har eru funnin týðilig tekin um búseting frá elligamlari tíð.
Á fornminnasavninum Norðaru Koytu er framsýning av gerandislutum, sum væl lýsir gerandisdagin í gamlari tíð
Listasavnið á Sandi, sum heimasandsmaðurin Sofus Olsen læt byggja, læt upp 17. juni 2006. Hetta er forvitnisligt savn av serliga føroyskari list, sum Sofus Olsen savnaði frá 1961 og ikki vildi skuldi spjaðast, tá ið hann doyði. Hann andaðist longu sama heyst
Bókasavnið, sum læt alment upp 26. sept. í ár, hevur Daniella Olsen, eisini ættað av Sandi, givið bygdini.
Ungmannafelagið " Virkið" varð stovnað 11.11.23. Virksemið er her eins og í øðrum ungmannafeløgum ymiskt, men har verður skipað fyri tiltøkum sum dansi, bæði enskum og føroyskum, sjónleiki og ikki at gloyma eldsálirnar, sum vetur eftir vetur skipa fyri barnadansi í ungmannafelagshúsinum.
Sands kommuna er farin at seta upp skelti við søgulig støð og støð, frásagnir eru knýttar at.
Í Søltuvík er fríðkað um, og í august 2010 varð minnissteinur avdúkaður um Prinsipiu, sum fór á land á Stóraboða í nov. 1895. Ein maður bjargaðist. Hann hevði krøkt seg fastan í eina lastalúku og rak á henni í 14 tímar. Kirkjubømenn raktu við hann tætt við Gomlu Rætt. Maðurin varð bjargaður, og lastalúkan er í dag langborð í roykstovuni á Kirkjubøgarði.

Minnisvarði yvir sjólátnar

Minnisvarði yvir Jóannes í Króki.

Minnissteinur yvir Prinsipiu í Søltuvík.
Av mentafólkum, sum hava gjørt vart við seg, og øðrum sum eru virkin í dag, kunnu nevnast: Jóannes í Króki, Edvard Hjalt, Bergur Djurhuus, M.A. Winther, Mouritz Mohr, Frimod Joensen, Ólavur Clementsen, Sunleif Rasmussen, Oddfríður Marner Rasmussen og Súsan í Jákupsstovu
Á ítróttarøkinum er B71 virkið. B71 er oyggjafelag, men við ongari ítróttarhøll ber ikki væl til at íðka aðra ítrótt enn fótbólt, og felagið tekur nú lut í øllum deildum. Øll fegnast nú um lyftið frá mentamálaráðharranum um høllina, sum byggjast skal inni í Dal
|