|
Sands kommuna hevur lagt út øki til sethúsabygging, summarhúsabygging, vinnulívsbygging og tjaldingar-/kampingpláss.

Í 1970-unum fóru fólk at byggja í Sandabrekkuni, og ætlanin er, at 5 grundstykki verða gjørd byggibúgvin afturat har. Søluprísurin fer at liggja um 170.000kr fyri hvørt. Uppi í Nesi er nógv bygging farin fram frá fyrst í 1980-unum. Íalt eru uml. 100 grundstykki løgd út, og tá ið hol verður sett á, eru tey púra byggibúgvin, t.e. el, vatn og kloakk eru løgd til. Kommunan hevur eisini ætlanir um summarhúsaútstykking vestan fyri Hamralið, og á Nýggjagørðum er somuleiðis ætlan um summarhúsaútstykking. Í dag er tjaldingar- og kampingpláss úti á Munkinum. Kommuna arbeiðir við ætlan um slíkt pláss niðri við Mølheyggjarnar. Bygdarplanurin sæst allur á heimasíðuni hjá Sands kommunu. Ávísur áhugi er at byggja heima á Sandi eins og í hinum kommununum í oynni, men tað er einki at taka seg aftur í, at áhugin var størstur, tá ið fólk sóu fyri sær, at undirsjóvartunnil fór at verða boraður millum Streymoynna og Sandoynna.
|