|
Kunning frá Sands Kommunu
Kommunustýrisfundur varð 28 juni 2010
Gunnar Bjarnason møtti fyri Eyðvarð Petersen, og Bjarki Henriksen møtti fyri Páll á Reynatúgvu.
Mál 1.1 Umsókn frá Eyðun M. Viderø um sundurbýti av matr. nr. 269a. Jarðarstykki í Søltuvík, til støddar 8.268 fermetrar, verður býtt frá, til at leggja saman við matr nr. 59a á Sandi, eigari er Gunnar Bjarnason. Vinnu- og tøkninevndin mælir stýrinum til, at viðmæla sundurbýtinum. Stýrið samtykti tilmælið frá vinnu- og tøkninevndini. Gunnar Bjarnason fór av fundi, meðan málið var viðgjørt.
Mál 1.2 Umsókn frá Eli Hentze og Lillian Clementsen, um byggiloyvi til ein tilbygning uppí sethúsini á matr nr. 279c. Vinnu- og tøkninevndin mælir stýrinum til, at geva loyvi, so sum søkt er um. Stýrið samtykti tilmælið frá vinnu- og tøkninevndini.
Mál 1.3 Umsókn frá Finnleif Fagradal um byggiloyvi til at inniloka altan, sambært hjáløgdu tekning. Vinnu- og tøkninevndin mælir stýrinum til, at geva loyvi, so sum søkt er um. Stýrið samtykti tilmælið frá vinnu- og tøkninevndini.
Mál 1.4 Vinnu- og tøkninevndin mælir stýrinum til, at umsóknir um sundurbýti frá Umhvørvisstovuni, framyvir verða avgreiddar av umsitingini, men tó kunnaðar á kommunustýrisfundum. Stýrið samtykti tilmælið frá vinnu- og tøkninevndini.
Mál 1.5 Umsókn frá Føroya Tele, um byggiloyvi á matr. Nr. 358. Talan er um at gera eina útistovu, omanyvir partar av verðandi altan, og gera smávegis broytingar á verðandi bygning, so sum at seta nýggj vindeygu í bygningin. Stýrið samtykti at geva loyvi, so sum søkt er um. Mál 2.2 Umsókn frá Sandoyar Ítróttarfelag, KomVið bólkurin, um stuðul á kr. 10.000,-. Trivnaðar- og mentanarnevndin mælir stýrinum til, at ganga umsóknini á møti, treytað av at upphæddin verður játtað á eykafíggjarætlan. Stýrið samtykti tilmælið frá trivnaðar- og mentanarnevndini. Mál 2.3 Umsókn frá Ungmannafelagnum “Virkið” um lýsingarpláss í Sandoyarstevnu- blaðnum 2010. Trivnaðar- og mentanarnevndini mælir stýrinum til, at lýsa á tveimum síðum, sum kostar kr. 3.200,-, treytað av, at upphæddin verður játtað á eykafíggjarætlan. Stýrið samtykti tilmælið frá trivnaðar- og mentanarnevndini.
Mál 2.4 Viðvíkjandi umskipan av dagstovnatilboði í barnagarðinum á Teigunum, er umbøn komin frá foreldrum, um ikki at broyta dagstovnatilboðið, sum er til foreldur við skiftandi arbeiðstíðum. Trivnaðar- og mentanarnevndin mælir stýrinum til at fylgja tilmælinum frá leiðaranum í barnagarðinum á Sandi, frá 21.06.2010. Hetta hevur við sær, at viðskiftafólk í barnagarðinum ikki koma at missa ta tænastu, tey longu hava fingið tillutaða. Somuleiðis hevur hetta við sær, at einans tey sum hava skiftandi arbeiðstíðir, koma at fáa í boðið “skeiv “ hálvdagspláss. Stýrið samtykti tilmælið frá trivnaðar- og mentanarnevndini.
Mál 2.5 Umsóknir til starvið á Bókasavninum á Sandi. 5 umsóknir til starvið á bókasavninum eru innkomnar, og hevur trivnaðar- og mentanarnevndin gjørt innstilling til setanina. Stýrið samtykti at seta Hjørdis H. Jensen í starvið á Bókasavninum. Starvið er nominerað til 5 tímar um vikuna, og er eitt tíðaravmarkað frá 1 September 2010 fram til 31.Desember 2010.
Mál 3 Mál fyri afturlatnum hurðum. Stýrið samtykti at koyra málið í fíggjarnevndina.
Frá mánadegi 5 juli, og umleið 2 vikur fram verða tey ungu ímillum 14 og 17 ár at síggja í bygdini, í arbeiði hjá kommununi, og heitir kommunan tí á øll ung, sum hava teknað seg til at arbeiða í summar, um at møta við kommunuskrivstovuna mánamorgunin kl 9.00.
Ein afturvendandi trupulleiki í kommununi er at økið framvið vegnum uppí á Nýpu verður nýtt til at tveita gras, flísar, grót og annað burturkast frá sær. Hetta er til miklan ampa fyri tey ið dagliga ganga í hesum øki, samstundis sum tað skemmir náttúruna kring Sprutthol og Salthólma. Kommunan heitir tí á allar borgarar um at verða við til at halda tey náttúruvøkru støðini í kommununi rein og ruddilig.
Grót, mold, gras, greinar og annað tílíkt tilfar, kann koyrast norð á økið millum Hálsavøtnini. Er talan um ballir av hoyggi, skal bæði net og plast takast burturav, og latast í bingjuna úti í Støð.
Sands Kommuna ynskir øllum borgarum, eitt gott summar.
Sands Kommuna
|