|
Sandoyggin er landbúnaðaroyggj. Bóndagarðarnir heima á Sandi eru 6 í tali: í Skemmuni, Uttastova, Miðstova, í Beitinum, undir Skarði og á Klettum.
 Men Sands kommuna hevur eisini annað at bjóða innan vinnuøkið. Við Nípuveg og á Ravnaskúta eru øki løgd út til vinnu, og prísurin er ógvuliga sámuligur, úr 35 til 75 kr. Fyri fermeturin.
 Gamli handilin á Grótteigum, sum Fornminnifelagið nú eigur.
Handlar: Matvøruhandlarnir eru 2: Handil v. Elinborg Simonsen og Eldhús. Ellubitin selur tógv og barnaklæði og hevur Vodafoneavgreiðslu. Rólant Vidtfeldt hevur umframt VVS-tænastu eisini gávu- og hvítvøruhandil.
Hárfríðkanarstovurnar eru tvær: Hjá Astrid og hjá Ketty.
Tveir bilaverkstaðir við olju- og bensinsølu eru: Effo v. Karl Vidtfeldt og Magn v. Finnleif Fagradal. Báðar støðirnar hava eisini allar kioskvørur at selja. Skúlabarnaflutninginum í oynni taka Karl Vidtfeldt og Finnleif Fagradal sær eisini av. AP/F Finnleif Fagradal tekur sær eisini av útgrevstri og projektering.
Húsasmíð og umvælingar o.tl.: Eyðfinn Clementsen, húsasmiður. All-service v. Allin Simonsen. Multitænastan v. Fríða Nolsøe. William Davidsen og Herálvur Jensen, húsasmiðir
 Nakrir fulriknir útróðrarbátar eru. Stóri trupulleiki teirra er avreiðingarmøguleikarnir. Teir noyðast á Toftir, í Vágarnar ella til Suðuroyar at avreiða.
Bátasmiður: Jóan Petur Clementsen. Roknskaparstovan v. Terja Dalsgaard. Bankarnir eru tveir: BankNordik og Eik
|