|
Ì Sands kommunu eiga vit frálíka vakurt umhvørvi: Mølheygar, strendur, heyggjar, fjøll, áir og vøtn. Tað er av størsta týdningi, at vit fara væl um hesar ognir okkara. Tað er lætt og skjótt at spilla vøtnini, men tað er kanska ógjørlig at fáa lív í tey aftur, eru tey farin. Tí ansar kommunan væl eftir, at tær ásetingar, myndugleikarnir hava kravt, verða fylgdar - snýr tað seg um kloakkir, taðing ella annað. Kommunan hevur gjørt reglugerð fyri goymslu av tøðum og taðing.
Spillivatnsætlan skal vera liðug 1.1.2011, og allar kloakkir skulu vera í lagi innan 2015. Við Hálsavøtnini, har Sigmundur Petersen bygdi sær fitt summarhús við tað norðara, hava vit sera vakurt útsýni norðureftir móti Streymoynni, Hesti, Koltri og Vágunum, og er klárt, síggja vit eisini Mikines.
Tá ið vit koma heim um Økslina liggur dalurin opin fyri okkum, og vakrari sjón skalt tú leita leingi eftir. Vøtnini eru mong, m. o. Traðarvatn (Sandsvatn), Gróthúsvatn, Hálsavøtnini og Ørguvatn. Síl eru í øllum, og tað er ókeypis at royna seg sum sílafiskara.
Nýkurstjørn er serstøk, og har veksur nykrósa.
Kommunan hevur sum aðalmál, at umhvørvið skal vera betur vart, tá ið vit fara frá tí, enn tað var, tá ið vit komu til.

|