26. Apríl 2010 PDF Prenta E-mail

Kunning frá Sands Kommunu

Kommunustýrisfundur 26 Apríl 2010

Mál 1
Avtala við Strandfaraskip Landsins, um skipa- og havnagjøld fyri strandfaraskipið M/B Sildberin,
og partar av havnaøkinum til parkering og goymslu.
Broytingaruppskot frá Páll á Reynatúgvu, um at broyta § 9 í sáttmálanum soleiðis, at leigan verður hækkað
úr kr 15.000,-, til kr 30.000,-.
Atkvøtt var um broytingaruppskotið, og fall hetta uppskotið.
Atkvøtt varð síðani um fyriliggjandi sáttmála, og varð hetta samtykt.
Sáttmálin varð sostatt samtyktur.

Mál 2
Góðkenning av sáttmála um skúla- , og barnagarðssamstarv, millum Sands og Húsavíkar kommunur. Sands og Húsavíkar kommunur hava gjørt uppskot til samtyktar, um samstarv á skúla-/ barnagarðsøkinum. Málið varð tikið av skrá til viðari viðgerð, og verður lagt fyri kommunustýrið á komandi fundi.

Mál 3.1
Fígging til minnissteinin yvir Princippiu.
Fíggjarnevndin mælir stýrinum til, at játta kr 50.000,- til keyp og uppsetan av minnissteininum. Peningurin
verður at taka av avlopinum á fíggjarætlanini.
Stýrið samtykti við 1. viðgerð av eykafíggjarætlan, áljóðandi kr 50.000,-, til keyp og uppsetan av minnis-
steininum.

Mál 3.2
Umbøn frá Sandoyar Barnaverndartænastu, um eykajáttan fyri inniverðandi ár.
Fíggjarnevndin mælir stýrinum til, at játta kr. 22.620,50 í eykajáttan til Sandoyar Barnaverndartænastu.
Peningurin verður at taka av avlopinum á fíggjarætlanini. 
Stýrið samtykti við 1 viðgerð av eykafíggjarætlan, áljóðandi kr 22.620,50 til Sandoyar Barnaverndar-
tænastu.
Páll á Reynatúgvu fór av fundi, meðan málið var viðgjørt.

Mál 4.1
Umsókn frá Sands Bygdasavni, um fíggjarligan stuðul fyri 2010.
Trivnaðar- og mentanarnevndin mælir stýrinum til, at játta kr. 20.000,- til endamálið.
Stýrið samtykti tilmælið frá trivnaðar-og mentanarnevndini.

Mál 4.2
Støðutakan til útlutan av plantupakkum fyri 2010. 
Ein meiriluti í trivnaðar-, og mentanarnevndini, Fríði Nolsøe og Poul Klementsen, mæla stýrinum til, ikki at
luta plantupakkar út í ár. Ein minniluti Olga Fossdalsá, mælir til, at útluta sama tal sum í 2008.
Atkvøtt var um tilmælið frá Olgu Fossdalsá, og fall hetta uppskotið.
Atkvøtt var síðani um tilmælið frá Fríða Nolsøe og Poul Klementsen, og varð hetta uppskotið samtykt.
Samtykt er sostatt, ikki at útluta plantupakkar í ár.

Mál 5
Broytingar í byggisamtyktini.
Vinnu- og tøkninevndin mælir stýrinum til fylgjandi broytingar, í samtyktu byggisamtyktini.

1)
Sethúsaøki; Økið norðanfyri fjósið á Klettum, verður lagt til sethúsaøki, sambært tekning.
Stýrið samtykti hesa broyting.
Poul Klementsen fór av fundi og Hans Meinhard Midjord tók sætið ístaðin.

2)
Almennir stovnar; Økið um barnagarðin í gamla skúla, verður víðka niðaneftir, sambært tekning.
Stýrið samtykti hesa broyting.

3)
Frílendi; Gøtan runt Gróthúsvatn verður strikað.Atkvøtt varð, um gøtan runt Gróthúsvatn skal strikast, og varð hetta samtykt.

4)
Tjalding og húsvognar; Økið verður flutt, frá at verða handan fyri Rygg, oman á Sand, sambært tekning.
Stýrið samtykti hesa broyting.

5)
Summarhúsøki; Nýtt øki verður lagt til summarhúsaøki handan fyri Rygg, á økinum sum kommunan eigur, sambært tekning.Atkvøtt var um summarhúsaøkið handan fyri Rygg, og varð henda broyting samtykt.

6)
Summarhúsøki; Økið inni á Nýggjagørðum.Ein meiriluti, Eyðvarur Petersen og Fríði Nolsøe skjóta upp, at øki verður víðkað eina trøð norðureftir.  Ein minniluti, Rúni Winther, skjýtur upp, at økið verður verðandi, so sum tað er avlagt.
Atkvøtt var um tilmælið frá Eyðvarur Petersen og Fríða Nolsøe, og varð tað samtykt.

7)
Summarhúsøki; Økið innanfyri Múlan.Ein meiriluti, Eyðvarur Petersen og Fríði Nolsøe mæla til, at summarhúsøkið innanfyri Múlan, sum er avlagt til summarhúsaøki, verður lagt aftur til landbúnaðarøki. Ein minniluti, Rúni Winther skjýtur upp, at økið verður óbroytt.
Atkvøtt var um tilmælið frá Eyðvarur Petersen og Fríða Nolsøe, og varð tað samtykt.
Páll á Reynatúgvu fór av fundi og Lis Clementsen tók sætið, meðan málið var viðgjørt.

8)
Teksturin í byggisamtyktini.
Vinnu- og tøkninevndin mælir borgarstjóranum til, at broyta hjálagda tekst, sambært niðurstøðu á samstarvsfundi, sum var hildin 13.04.2010.
Stýrið viðgjørdi tekstpartin, fram til grein 12 í tekstinum, og gjørdu hesar broytingar:
• Grein 3 stk. 6 verður løgd saman við stk. 5.
• Uppí stk. 5 verður skoytt: í hesi grein, um grannaváttan fyriliggur.
• Broyting í grein 5 stk. 2 : nýtt stk h, Eldraíbúðir.
Stýrið samtykti henda tekst.
Eftir grein 12, fór Páll á Reynatúgvu av fundi, og Lis Clementsen tók sæti.
Stýrið samtykti síðani tekstin frá grein 12, til og við grein 17.


Byggisamtyktin, ið varð afturkallað 09-11-2009, verður nú løgd fram aftur við teim samtyktu broytingunum til hoyringar, frá mánadegnum 10-05-2010, til mánadagin 21-06-2010.
Tilfarið liggur frammi á kommunuskrivsstovuni í vanligari avgreiðslutíð. Somuleiðis er møguleiki at kunna seg um byggisamtyktina á heimasíðu kommununar: www.sandur.fo.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot, verða at lata Sands Kommunu skrivliga, í seinasta lagi 21-06-2010.