28. juni 2010 PDF Prenta E-mail

Kunning frá Sands Kommunu

Kommunustýrisfundur varð 28 juni 2010

Gunnar Bjarnason møtti fyri Eyðvarð Petersen, og Bjarki Henriksen møtti fyri Páll á Reynatúgvu.

Mál 1.1
Umsókn frá Eyðun M. Viderø  um sundurbýti av matr. nr. 269a. Jarðarstykki í Søltuvík, til støddar 8.268 fermetrar, verður býtt frá, til at leggja saman við matr nr. 59a á Sandi, eigari er Gunnar Bjarnason.
Vinnu- og tøkninevndin mælir stýrinum til, at viðmæla sundurbýtinum.
Stýrið samtykti tilmælið frá vinnu- og tøkninevndini.
Gunnar Bjarnason fór av fundi, meðan málið var viðgjørt.

Mál 1.2
Umsókn frá Eli Hentze og Lillian Clementsen, um byggiloyvi til ein tilbygning uppí
sethúsini á matr nr. 279c.
Vinnu- og tøkninevndin mælir stýrinum til, at geva loyvi, so sum søkt er um.
Stýrið samtykti tilmælið frá vinnu- og tøkninevndini.

Mál 1.3
Umsókn frá Finnleif Fagradal um byggiloyvi til at inniloka altan, sambært hjáløgdu
tekning.
Vinnu- og tøkninevndin mælir stýrinum til, at geva loyvi, so sum søkt er um.
Stýrið samtykti tilmælið frá vinnu- og tøkninevndini.

Mál 1.4
Vinnu- og tøkninevndin mælir stýrinum til, at umsóknir um sundurbýti frá
Umhvørvisstovuni, framyvir verða avgreiddar av umsitingini, men tó kunnaðar á 
kommunustýrisfundum.
Stýrið samtykti tilmælið frá vinnu- og tøkninevndini.

Mál 1.5
Umsókn frá Føroya Tele, um byggiloyvi á matr. Nr. 358. Talan er um at gera eina
útistovu, omanyvir partar av verðandi altan, og gera smávegis broytingar á verðandi
bygning, so sum at seta nýggj vindeygu í bygningin.
Stýrið samtykti at geva loyvi, so sum søkt er um. 
 
Mál 2.2
Umsókn frá Sandoyar Ítróttarfelag, KomVið bólkurin, um stuðul á kr. 10.000,-.
Trivnaðar- og mentanarnevndin mælir stýrinum til, at ganga umsóknini á møti, treytað av at upphæddin verður játtað á eykafíggjarætlan.
Stýrið samtykti tilmælið frá trivnaðar- og mentanarnevndini.
  
Mál 2.3
Umsókn frá Ungmannafelagnum “Virkið” um lýsingarpláss í Sandoyarstevnu-
blaðnum 2010.
Trivnaðar- og mentanarnevndini mælir stýrinum til, at lýsa á tveimum síðum, sum kostar kr.
3.200,-, treytað av, at upphæddin verður játtað á eykafíggjarætlan.
Stýrið samtykti tilmælið frá trivnaðar- og mentanarnevndini.

Mál 2.4
Viðvíkjandi umskipan av dagstovnatilboði í barnagarðinum á Teigunum, er umbøn komin frá foreldrum, um ikki at broyta dagstovnatilboðið, sum er til foreldur við skiftandi arbeiðstíðum. Trivnaðar- og mentanarnevndin mælir stýrinum til at fylgja tilmælinum frá leiðaranum í barnagarðinum á Sandi, frá 21.06.2010. Hetta hevur við sær, at viðskiftafólk í barnagarðinum ikki koma at missa ta tænastu, tey longu hava fingið tillutaða. Somuleiðis hevur hetta við sær, at einans tey sum  hava skiftandi arbeiðstíðir, koma at  fáa í boðið “skeiv “ hálvdagspláss.
Stýrið samtykti tilmælið frá trivnaðar- og mentanarnevndini.

Mál 2.5
Umsóknir til starvið á Bókasavninum á Sandi.
5 umsóknir til starvið á bókasavninum eru innkomnar, og hevur trivnaðar- og mentanarnevndin gjørt innstilling til setanina.
Stýrið samtykti at seta Hjørdis H. Jensen í starvið á Bókasavninum.
Starvið er nominerað til 5 tímar um vikuna, og er eitt tíðaravmarkað frá 1 September 2010 fram til 31.Desember 2010. 

Mál 3
Mál fyri afturlatnum hurðum.
Stýrið samtykti at koyra málið í fíggjarnevndina.

Frá mánadegi 5 juli, og umleið 2 vikur fram verða tey ungu ímillum 14 og 17 ár at síggja í bygdini, í arbeiði hjá kommununi, og heitir kommunan tí á øll ung, sum hava teknað seg til at arbeiða í summar, um at møta við kommunuskrivstovuna mánamorgunin kl 9.00.

Ein afturvendandi trupulleiki í kommununi er at økið framvið vegnum uppí á Nýpu verður nýtt til at tveita gras, flísar, grót og annað burturkast frá sær. Hetta er til miklan ampa fyri tey ið dagliga ganga í hesum øki, samstundis sum tað skemmir náttúruna kring Sprutthol og Salthólma. Kommunan heitir tí á allar borgarar um at verða við til at halda tey náttúruvøkru støðini í kommununi rein og ruddilig.

Grót, mold, gras, greinar og annað tílíkt tilfar, kann koyrast norð á økið millum Hálsavøtnini. Er talan um ballir av hoyggi, skal bæði net og plast takast burturav, og latast í bingjuna úti í Støð.

Sands Kommuna ynskir øllum borgarum, eitt gott summar.

Sands Kommuna