|
Kunning frá Sands Kommunu
Kommunustýrisfundur varð 23-08-2010
Olga Fossdalsá møtti ikki til fundin.
Mál 1 Umsókn frá Árant Løkjá og fleiri, um fíggjarligan stuðul til keyp av kappróðrabátinum “Húsfrúgvin”, sum er eitt 6 mannafar. Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum til at játta kr. 10.000,- til endamálið, treytað av at keypið verður gjøgnum Sands Róðrarfelag. Stýrið samtykkir tilmælið, frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.
Mál 2.1 Til viðgerðar var 1. viðgerð av eykajáttan til mentanarkontina. Fíggjarnevndin mælir stýrinum til, at játta kr 30.000,- til kontoina “Mentan”, og kr. 10.000,- til kontoina “Ítróttur”. Stýrið samtykkir tilmælið frá fíggjarnevndini.
Mál 2.2 Fíggjarnevndin mælir stýrinum til at áleggja umsitingini, at ongin skuld til kommununa skal verða eldri enn 3 mánaðir. Um semja er um upphæddirnar, kann umsitingin gera afturgjaldsavtalur við viðkomandi. Fíggjarnevndin skal kunnast um slíkar avtalur. Tó skal afturgjaldstíðin ikki verða longri enn 1 ár. Upphæddir undir kr. 10.000,- verða afturgjaldsavtalur ikki gjørdar um. Um semja ikki er um upphæddina, skal málið leggjast fyri kommunustýrið til støðutakan. Stýrið samtykkir tilmælið frá fíggjarnevndini.
Mál 3 Støðutakan til tryggingarviðurskifti
Mál 3.1 Í samband við endurskoðan av tryggingarviðurskiftum í kommununi, er komið fram, at eftir 01.01.2010, eru starvsfólk hjá kommununi ikki tryggjaði til og frá arbeiði, hendan tryggingin kostar kr 200,-/starvsfólk/ár. Stýrið verður biðið um at taka støðu til, um kommunan skal tekna hesa trygging. Stýrið samtykkir, ikki at tekna hesa trygging.
Mál 3.2 Kommunan hevur ikki, eins og aðrar kommunur í oynni, eina kollektiva trygging til børnini í kommununi, sum ganga í barnagarð og skúla. Hesin kostnaður er kr. 43,-/barn/ár. Stýrið verður biðið um at taka støðu til, um kommunan skal tekna hesa trygging. Stýrið samtykkir at tryggja børnini, sum ganga í skúla og barnagarðinum.
Mál 4 Støðutakan til tilboð, uppá umvælingar í barnagarðinum. Inn eru komin tvey tilboð. Stýrið samtykkir, at taka av tí lægra tilboðnum, sum er frá All Service, áljóðandi kr. 35.843,75. Poul Klementsen og Fríði Nolsøe fóru av fundi, meðan málið varð viðgjørt.
Mál 5 Støðutakan til kærur, mótmæli og broytingar, í samband við broytingar í byggisamtiktini.
Mál 5.1 Skriv frá Tummas V. Petersen um at fáa byggisamtyktiktina broytta. Søkt er um at fáa Flykkisdeild matr. Nr. 310a, lagt út sum sethúsaøki. Uppskot er um, at taka skrivið til eftirtektar, og at matr. Nr. 310a, verður lagt út sum sethúsaøki. Stýrið samtykkir uppskotið.
Mál 5.2.a Skriv frá Eyðstein Joensen har hann mótmælir, at Skarðsbøur omanfyri fjósið undir Skarði matr nr.169a, verður lagdur út sum sethúsaøki. Stýrið tekur mótmælið hjá Eyðstein Joensen til eftirtektar, og strikar Skarðsbø sum sethúsaøki. Stýrið samtykkir eisini, at ætlaða broytingin á matr. nr. 220a verður strikað.
Mál 5.2.b Eyðstein Joensen heitir á kommunustýrið, um ikki at leggja fleiri restriktiónir/bindingar á Skarðsgarð matr nr 169a. Her verður hugsað um økið rundan um Nykutjørn, har ætlanin at gera hetta til “grønt øki”. Stýrið tekur áheitanina til eftirtektar, og strikar økið inni við Nykutjørn sum grønt øki.
Mál 5.3.a Skriv frá Gunnar Bjarnason, har hann mótmælir, at øki í haganum undir Fjalli verður lagt út sum golfbreyt, hettar tí at økið er so tætt at Dalsánni. Stýrið samtykkir, ikki at taka undir við mótmælinum. Páll á Reynatúgvu fór av fundi, meðan hetta mótmælið var viðgjørt.
Mál 5.3.b Gunnar Bjarnason mótmælir, at økið niðri á Sand verður lagt út sum kampingøki. Stýrið samtykkir, ikki at taka undir við mótmælinum.
Mál 5.4 Skriv frá Poul Klementsen, har hann mótmælir at leggja ein flogvøll í Klettarhaga. Kommunustýrið kallar Poul Klementsen inn til samráð. Poul Klementsen boðar frá, at hann tekur mótmælið aftur. Poul Klementsen fór av fundi og Hans M. Midjord tók sætið, meðan hetta mótmælið varð viðgjørt.
Mál 5.5 Skriv frá Michael Joensen, har hann mótmælir, at øki inni á Nýggjagørðum verður lagt út sum summarhúsaøki. Uppskot er um, at kommunustýrið samtykkir ikki at ganga mótmælinum á møti. Atkvøtt varð um uppskotið. Tríggir atkvøða fyri, ongin atkvøður ímóti. Samtykt er tí, ikki at ganga mótmælinum á møti. Páll á Reynatúgvu fór av fundi, meðan málið varð viðgjørt.
Mál 5.6 Mótmæli frá Tummas Løkjá, viðvíkjandi ætlaðu broytingunum í øki J, summarhúsøki inni á Nýggjagørðum. Uppskot er um, at kommunustýrið samtykkir ikki at ganga mótmælinum á møti. Atkvøtt varð um uppskotið. Tríggir atkvøða fyri, ongin atkvøður ímóti. Samtykt er tí, ikki at ganga mótmælinum á møti. Eyðvarur Petersen fór av fundi, og Hans Meinhard Midjord tók sætið.
Mál 5.7 Skriv frá Bjørn á Heygum adv., vegna Páll og Kristinu á Reynatúgvu, har mótmælt verður, at summarhúsaætlanin innanfyri Múlan er strikað í nýggju byggiætlanini. Uppskot er um ikki at ganga mótmælinum á møti. Atkvøtt varð um uppskotið. Fýra atkvøddu fyri, og eingin atkvøddi ímóti. Samtykt er tí, ikki at ganga mótmælinum á møti. Páll á Reynatúgvu fór av fundi, meðan málið varð viðgjørt.
Mál 5.8 Skriv er komið frá Anfinn Rubek Nielsen um, at hann ikki longur er við í ætlanini um at gera golfvøll. Stýrið tekur skrivið til eftirtektar. Páll á Reynatúgvu fór av fundi meðan hetta skrivið varð viðgjørt.
Komandi vikurnar er ætlanin at fara at rudda Sandsbygd fyri jarnburturkast, og er nú møguleiki hjá borgarum ókeypis at sleppa av við alt jarn, sum ikki verður brúkt, so sum gamlar bingjur, maskinur og annað, sum hevur ligið leingi, og sum ikki verður brúkt aftur.
Sands Kommuna
|