21 desembur 2010 PDF Prenta E-mail
Written by Administrator   
Mik, 22 Desembur 2010

Kunning frá Sands Kommunu

Kommunustýrisfundur var 21. desembur 2010.

Møtt vóru: Brandur Sandoy, Eyðvarur Petersen, Fríði Nolsøe, Páll á Reynatúgvu, Poul Klementsen, Lis Clementsen, Olga Fossdalsá.

Skrá:

1. Støðutakan til lánsumlegging og lántøku til afturgjalding av skuld til Sandoyar Skúlasamband.

2. Umsjónarstarvið.

3. Starvsetanir.

Mál 1. Sands Kommuna hevur fingið tilsøkn um lán frá Bank Nordik áljóðandi kr. 1.427 mill. Lánið verður veitt sum eitt “foborlán”, og rentustigið er d.d 3,49% p.a.

Samstundis hevur Sands Kommuna fingið tilsøkn frá Bank Nordik um at leggja øll lán hjá kommununi saman í eitt lán, og samlaða lánið fer at hava ein kvartárligan avdrátt á kr. 292.000,- + rentur. Lánið verður endurskoðað tann 30. novembur 2016, tá ið lánið frá Kommunukredit verður útgoldið.

Í uppskoti var at samtykkja fyriliggjandi uppskot. Málið varð sett undir atkvøðu. Fýra atkvøddu fyri og ongin ímóti.

Uppskotið er samtykt.

Mál 2.1. Avtøka av verandi umsjónarstarvi.

Meirilutin, Eyðvarur Petersen, Fríði Nolsøe, Brandur Sandoy og Poul Klementsen, skjýtur upp at verandi umsjónarstarv verður lagt niður og mælir til at heimila borgarstjóranum saman við umsitingini at gera eina fráfaringaravtalu við verandi umsjónarmann. Atkvøtt varð um uppskotið. Fýra atkvøður vóru fyri og tríggjar ímóti.

Meirilutauppskotið er samtykt.

Mál 2.2. Nýtt umsjónarstarv við broyttum innihaldi.

Meirilutin, Eyðvarur Petersen, Fríði Nolsøe, Brandur Sandoy og Poul Klementsen, skjýtur upp at seta nýtt umsjónarstarv frá 1. apríl at rokna, soleiðis at viðkomandi, sum settur verður, í høvuðsheitum kemur at hava hesar uppgávur:

  1. Ábyrgdina av havnarøkinum.
  2. Ábyrgdina av kloakkum í kommununi.
  3. At taka sær av smærri umvælingum av bygningunum og ognum kommununar sum heild.
  4. Vera tøkur hjá starvsfólkaleiðaranum at heita á til ymsar uppgávur.

Og harafturat verður heimila borgarstjóranum at gera starvslýsing og lýsa starvið leyst.

Atkvøtt var um uppskotið. Fýra atkvøður vóru fyri og tríggjar ímóti.

Uppskotið fra meirilutanum er samtykt.

Mál 3.1. Starvssetanir í barnagarðinum.

Tá ið freistin at søkja var úti, vóru 4 umsóknir til tíðaravmarkaðu avloysarastørvini og 5 umsóknir til reingerðarstarvið. Í hesum sambandi hevur leiðarin fyri barnagarðin gjørt eitt tilmæli til kommunustýrið.

Til tíðaravmarkaða 15-tíma starvið í frítíðarskúlanum mælir leiðarin til at seta Conny Petersen, Skopun.

Til fyrra tíðaravmarkaða 30-tíma starvið í barnagarðinum mælir leiðarin til at seta Eyðritt Dalsgaard, Húsavík.

Til seinna tíðaravmarkaða 30-tíma starvið í barnagarðinum, mælir leiðarin til at seta Randi Hentze, Skopun.

Til 15-tíma fasta reingerðarstarvið mælir leiðarin til at seta Sóleyð Klementsen.

Borgarstjórin setir fram uppskot um, at stýrið samtykkir tilmælið frá leiðaranum í barnagarðinum.

Stýrið samtykti uppskotið frá borgarstjóranum.

Poul Klementsen fór av fundi, og Hans Meinhard Midjord tók sæti, meðan hetta mál varð viðgjørt.

Mál 3.2. Starvssetanir til vaskistørvini í skúlanum.

Av tí at eitt starvsfólk hevur sagt seg úr starvi, og eitt annað hevur verið í fyribilsstarvi, hevur kommunan søkt eftir tveimum fólkum at vaska skúlan; hvørt starvið 12 tímar.

Kommunustýrið samtykti at seta Elly Jensen og Arnleyð Sólsker í størvini.

Poul Klementsen fór av fundi, og Hans Meinhard Midjord tók sæti, meðan hetta mál varð viðgjørt.

Sands Kommuna ynskir øllum borgarum eini gleðilig jól

og eitt av Harranum signað nýggjár.

Seinast uppdatera tann Mik, 22 Desembur 2010