28 desembur 2010 PDF Prenta E-mail
Written by Administrator   
Frí, 25 Februar 2011

Kunning frá Sands Kommunu

 

Eykakommunustýrisfundur var 28.12.2010 kl 18.

 

Mál 1.1. Umsókn frá SEV um graviloyvi í Sandsbygd.

Vinnu- og Tøkninevndin mælir stýrinum til at geva loyvi so sum søkt er um, treytað av at økið, sum grivið verður, verður latið aftur í sama standi, sum áðrenn.

Stýrið samtykti tilmælið frá nevndini.

Páll á Reynatúgvu fór av fundi, meðan málið var viðgjørt.

 

Mál 1.2. Umsókn frá FT-Net um byggiloyvi til mastur á Knúki á matr. nr. 394.

Vinnu- og Tøkninevndin mælir stýrinum til at geva loyvi so sum søkt er um, treytað av at góðkenning frá Natúrufriðingarnevndini og eigarum er fingin til vega.

Stýrið samtykti tilmælið frá nevndini.

 

Mál 2.1. Umsókn frá felagsskapinum Javna um at keypa 10 álmanakkar.

Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum til at keypa 10 álmanakkar fyri kr 900,-.

Stýrið samtykti tilmælið frá nevndini.

 

Mál 2.2. Umsókn um kr. 5.000,- í stuðli frá felagsskapinum “ Í menniskjum góður tokki”.

Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum frá at játta, vegna tess at játtanin til mentanarkontuna er uppi fyri inniverðandi ár.

Lis Clementsen skjýtur upp, at kommunustýrið játtar kr 2.500,- til endamálið. Atkvøtt varð um uppskotið frá Lis Clementsen. Tríggjar atkvøður vóru fyri og fýra vóru ímóti. Uppskotið frá Lis Clementsen er sostatt fallið.

Atkvøtt varð síðan um tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.  Fýra atkvøður vóru fyri og tríggjar ímóti.

Tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini er samtykt.

 

Mál 3. Mál frá Sandoyar Skúlasambandi um at selja Sandoyar Ítróttarfelag B71 húsini hjá skúlaumsjónarmanninum inni í Dal.

Uppskot frá Páll á Reynatúgvu, Olgu Fossdalsá og Lis Clementsen um tað sama, varð somuleiðis lagt fram. Fríði Nolsøe skjýtur upp at senda málini í Trivnaðar- og Mentanarnevndina til víðari viðgerð.

Stýrið samtykti uppskotið frá Fríða Nolsøe.

 

Mál 4. 2. Viðgerð av eykafíggjarætlan fyri 2010.

Atkvøtt var um uppskot 2 til eykafíggjarætlan 2010, sum vísir yvirskot samanborið við fíggjarætlanina á kr 165.000. Fýra atkvøður vóru fyri og tríggjar ímóti.

Eykafíggjarætlanin fyri 2010 er sostatt samtykt við 2. viðgerð.

 

Mál 5. Ásetan av døgum fyri kommunustýrisfundir í komandi ári.

Uppskot er at hava regluligu kommunustýrisfundirnar hesar dagar:

 

  1. Mánadagin 31. januar 2011 kl 18.00
  2. Mánadagin 28. februar 2011 kl 18.00
  3. Mánadagin 28. mars 2011 kl 18.00
  4. Mikudagin 27. apríl 2011 kl 18.00
  5. Mánadagin 23. mai 2011 kl 18.00
  6. Mánadagin 27. juni 2011 kl 18.00
  7. Mánadagin 22. august 2011 kl 18.00
  8. Mánadagin 26. september 2011 kl 18.00
  9. Mánadagin 24. oktober 2011 kl 18.00
  10. Mánadagin 21. november 2011 kl 18.00
  11. Mánadagin 12. desember 2011 kl 18.00

 

Stýrið samtykti at hava omanfyri nevndu fundir í 2011.

 

Mál 6.  Orðaskifti um SEV, el-príshækkanina, og leiklutin hjá umboði okkara í nevndini.

Páll á Reynatúgvu greiddi frá virkseminum og gongdini í felagnum. Orðaskifti varð um málið.

 

-----------------------------------o-----------------------------------------------o-------------------------------------

 

Foreldragjøld í barnagarðinum komandi ár.

 

Kommunan minnir við hesum foreldur, sum hava børn í barnagarðinum, á, at foreldra-gjøldini  verða broytt frá 1 januar 2011, og gjøldini verða hesi:

 

·        Vøggustovupláss, fulla tíð...................2275 kr

·        Vøggustovupláss, hálva tíð.................1275 kr

·        Barnagarðspláss, fulla tíð...................1900 kr

·        Barnagarðspláss, hálva tíð.................1050 kr

·        Frítíðarskúlapláss...............................1000 kr

 

Foreldur, ið hava fasta flyting, verða tí við hesum biðin um at tosa við bankan, til tess at broyta upphæddina, ið flutt verður, samsvarandi nýggja kostnaðinum.

 

 

Sands kommuna ynskir øllum borgarum

eydnu og framgongd í komandi ári

Seinast uppdatera tann Frí, 25 Februar 2011