| 31 januar 2011 |
|
|
|
| Written by Administrator |
| Frí, 25 Februar 2011 |
|
Kunning frá Sands Kommunu
Kommunustýrisfundur var 31 januar 2011.
Øll møttu uttan Páll á Reynatúgvu.
Mál 1.1 Spillvatnsætlanin. Vinnu- og Tøkninevndin mælir stýrinum til at samtykkja fyriliggjandi uppskot og mælir til at ætlanin verður framd, so hvørt sum játtan fast til vega. Stýrið samtykti tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.
Mál 1.2 Byggisamtyktin. Vinnu- og Tøkninevndin mælir stýrinum til at samtykkja fyriliggjandi byggisamtykt við broytingum. Atkvøtt varð um tilmælið frá nevndini. Fýra atkvøður vóru fyri, ein varð ímóti, og ein atkvøddi ikki. Tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini er samtykt.
Mál 1.3 Avtala um avhanding av verandi avgrevstrarøki norðuri á Hálsavøtnunum, og sáttmáli um nýtt øki. Vinnu- og Tøkninevndin mælir stýrinum til at samtykkja fyriliggjandi avtalu um avhandan, og uppskotið til nýggjan sáttmála. Stýrið samtykti tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.
Mál 1.4 Umsókn frá Sp/f R2 Net, um loyvi at hava tvær gittarmastrar standandi á Knúki. Vinnu- og Tøkninevndin mælir stýrinum til at geva loyvi sum søkt er um, treytað av góðkenning frá eigara og Nattúrfriðingarnevndini. Stýrið samtykkir at geva loyvi sum søkt er um, men átalar harðliga at mastrar eru uppsettar uttan loyvi.
Mál 1.5 Húsini á Munkinum. Vinnu- og Tøkninevndin mælir stýrinum til, at húsini á Munkinum verða umvæld uttan, og mælir til at umsitingin heintar inn tilboð uppá kostnaðin. Stýrið samtykti tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.
Mál 2.1 Rakstur av Bókasavninum í 2011. Bókavørðurin Hjørdis Jensen mælir til, at tímatalið á bókasavninum verður hækkað við 4 tímum um mánaðin, og at bøkur verða keyptar fyri kr. 80.000,-. Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum til at fylgja tilmælinum frá Hjørdis Jensen. Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.
Mál 2.2 Umsókn frá Sandoyar Sýslu Ferðalag, um stuðul til rakstur av Sandoyar Kunningarstovu fyri 2011. Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum til at játta kr. 60.000,- til endamálið. Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.
Mál 2.3 Umsókn frá Sandoyar Ítróttarfelag B71 um kr. 100.000 ella meiri, í stuðli fyri 2011. Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum til at játtað kr. 80.000,- í stuðli nú, og taka støðu til um meira stuðul skal játtast í august mánaða, tá ábending er um skattainntøkuna fyri 2011. Olga Fossdalsá setur fram broytingaruppskot, um at játta Sandoyar Ítróttarfelag B71 kr. 100.000. Atkvøtt varð um broytingaruppskotið frá Olgu Fossdalsá. Tvær atkvøður vóru fyri, og fýra vóru ímóti. Síðani var atkvøtt um tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini. Fýra atkvøður vóru fyri, og ongin ímóti. Tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini er sostatt samtykt.
Mál 2.4 Umsókn frá Sands Róðrarfelag, um stuðul fyri 2011. Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum til at stuðla við kr. 10.000,-. Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.
Mál 2.5 Umsókn frá Sands Skjótifelag, um stuðul fyri 2011. Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum til at stuðla við kr. 10.000,-. Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.
Mál 2.6 Umsókn frá Evi Tommysdóttir um stuðulskeyp av stakfløgu hennara, sum nýliga er útkomin. Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum frá at stuðla. Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.
Mál 2.7 Umsókn frá Føroya Psykiatrifelag um stuðul, til at skipa fyri Norðurlandskari ráðstevnu í psykiatri í Norðurlandahúsinum í døgunum 27 og 28 mai 2011. Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum frá at stuðla. Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.
Mál 2.8 Umsókn frá Tummas í Dali um stuðul til umbróting og prenting av blaðnum “Eftirskúlin nr 6”. Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum frá at stuðla. Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.
Mál 2.9 Umsókn frá Ungmannafelagnum Virkinum, um fíggjarligan stuðul til rakstur av Ungmanna-felagnum fyri 2011. Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum til at játta kr. 40.000 til endamálið, og at peningurin verður játtaður av mentanarkontuni. Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.
Mál 3. Støðutakan til fráfaringaravtalu hjá Umsjónarmanninum. Atkvøtt var um fyriliggjandi fráfaringaravtalu. Fýra atkvøður vóru fyri, og ongin ímóti, tvey atkvøddu ikki. Fráfaringaravtalan hjá umsjónarmanninum er sostatt samtykt.
Mál 4.1 Fyribilsstarvssetanin hjá Hjørdis Jensen gekk út 1 januar 2011. Kommunustýrið samtykti, at longja fyribilsstarvssetanina fram til 31 mars 2011.
Mál 4.2 Umsitingin hevur biðið um tilboð um nakrar smáar umvæling av læknahúsinum. Inn eru komin sjey tilboð. Umsitingin boðar frá, at tikið verður av lægsta tilboðnum.
Mál 4.3 Borgarstjórin kunnaði um borgarstjórafundin, ið var í januar mánaði um kommunusaman-legging.
Sands Kommuna
|
| Seinast uppdatera tann Frí, 25 Februar 2011 |



