28 februar 2011 PDF Prenta E-mail

Kunning frá Sands Bygdarráð

               

Kommunustýrisfundur var 28. februar 2011.

 

Hans Meinhard Midjord og Gunnar Bjarnason møttu fyri Poul Klementsen og Eyðvar Petersen.

 

Mál 1.1 Umsókn frá Elin og Herman Olsen um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 357. Grannaváttan fyriliggur.

Vinnu- og Tøkninevndin mælir stýrinum til at geva loyvi sum søkt er um.

Stýrið samtykti tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.

Mál 1.2 Umsókn frá Beintu Sigvardsen og Trúgva Hentze um loyvi at gera brúk av húsunum úti á Munkinum.

Vinnu- og Tøkninevndin mælir stýrinum til at bíða við at taka støðu til, hvat bygningurin skal nýtast til, til kommunustýrið hevur tikið støðu til, um bygningurin skal umvælast ella ikki.

Stýrið samtykti tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.

Mál 1.3 Skriv frá Evaldi Sólvitsson um busskýli.

Vinnu- og Tøkninevndin mælir stýrinum til at seta upp busskýli í Nesi, millum bankarnar og at flyta skýlið við gamla skúlan yvir um vegin. Alt í samráð við løgregluna.

Stýrið samtykti tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.

Fríði Nolsøe fór av fundi, meðan málið var viðgjørt.

 

Mál 2.1 Í sambandi við fløguútgávu av 64 V4-tættum við Herman Jacobsen og Sven Brimheim hevur kommunan fingið í boðið at keypa nøkur eintøk.

Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum frá at keypa nevndu útgávu.

Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.

Mál 2.2 Umsókn frá Dimmalætting um at keypa lýsing í serblaðið “Fótfimi”, sum Dimmalætting gevur út. Kostnaðurin  verður í minsta lagið kr. 3750,-  + mvg fyri eina kvartsíðu. 

Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum frá at játta. 

Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.

Mál 2.3 Umsókn frá 9.1 á Sandoyar Meginskúla um stuðul til námsferð. 

Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum til at játta kr. 5.000,- til endamálið. Játtanin er treytað av, at næmingarnir rudda og taka rusk upp niðri á Sand og yviri í Urð. 

Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini, men skoytir uppí, at tað somuleiðis verður ruddað í Søltuvík.

 

Mál 3 Umbøn frá Rúna Winther um at verða loystur úr kommunustýrissessinum vegna starv sítt. Rúni siglir og er burtur áleið helvtina av árinum.

Stýrið samtykti at ganga umbønini á møti, og loysir Rúna Winther úr kommunustýrissessinum. 

  

Mál 4 Uppskot frá borgarstjóranum um at endurskoða skipanina við tiltakslimum, soleiðis at tiltakslimur hjá bygdarráðslimi í farloyvi tekur sæti í nevndum, har bygdarráðslimur í farloyvi hevur sæti.

Stýrið samtykti uppskotið.

 

Mál 5 Uppskot frá Brandi Sandoy, Eyðvari Petersen, Fríða Nolsøe og Poul Klementsen um at seta havnaumsjónarmann í starv frá 1. apríl 2011. Arbeiðstíðin verður 8 tímar um vikuna.

Atkvøtt varð um uppskotið. Fýra atkvøður vóru fyri, og ongin ímóti.

Málið er samtykt.

 

 

 

Mál 6 Umbøn um farloyvi.

Sands kommuna hevur fingið umbøn frá Jóhonnu í Soylu um farloyvi í eitt ár frá 15. mars 2011 at rokna.

Borgarstjórin skjýtur upp at lýsa leyst farloyvisstarv í barnagarðinum til 25 tímar/viku frá 15. mars 2011.

Stýrið samtykti at ganga umbønini um farloyvi á møti og at søkja eftir einum avloysara til 25 tímar/viku.

 

 

Farloyvisstarv sum hjálparfólk í barnagarðinum

Vegna 1 ára farloyvi hjá einum av hjálparfólkum okkara sóknast vit eftir einum dugnaligum avloysara í hennara stað.

Starvið verður sett tíðaravmarkað í 1 ár frá 15.03.2011 til 15.03.2012. Starvið er 25 tímar um vikuna.

Hjálparfólkastarvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF/Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7.30 og 17.00.

Fleiri upplýsingar um starvið sum hjálparfólk fáast við at venda tær til Lailu Marston Petersen, leiðara, á tlf. 361750/212750.

 

Umsjónarmaður

Sands kommuna søkir eftir umsjónarmanni at arbeiða fulla tíð - 40 tímar/viku.

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og avvarandi yrkisfelag.

Starvið verður sett frá 01. mei 2011 við 1 ára royndartíð.

 

Havnaumsjónarmaður

Sands kommuna søkir eftir fólki at hava umsjón við havnaøkinum 8 tímar/viku.

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og avvarandi yrkisfelag.

Starvið verður at seta frá 01. apríl 2011 við 1 ára royndartíð.

 

Fleiri upplýsingar um umsjónarstørvini fáast við at venda sær til borgarstjóran á tlf 211930.

 

Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum, galdandi øll trý størvini, skal sendast Sands Kommunu, Mørkin Mikla 3, FO-210 Sandi.

 

Umsóknarfreistin er úti 14. mars 2011. Allir umsøkjarar fáa svar.

 

Fullfíggjaðar starvslýsingar síggjast á heimasíðuni hjá kommununi: www.sandur.fo

 

 

Sands bygdarráð