| 28. mars 2011 |
|
|
|
| Written by Administrator |
| Mik, 20 Apríl 2011 |
|
Kunning frá Sands Kommunu
Hans Meinhard Midjord møtti fyri Eyðvar Petersen.
Mál 1.1 Umsókn frá Fysioterapeutfelag Føroya um stuðul til 25 ára hald. Meirilutin í Trivnaðar- og Mentanarnevndini, Fríði Nolsøe og Poul Klementsen, mælir frá at játta. Olga Fossdalsá mælir til at játta 1000 kr, vegna tess at talan er um 25 ára hald, sum setir fokus á fyribyrging og venjing til eldri. Uppskotið frá Olgu Fossdalsá varð sett undir atkvøðugreiðslu. Tvær atkvøður vóru fyri og fýra ímóti. Síðan varð tilmælið frá meirilutanum í nevndini sett undir atkvøðugreiðslu. Fýra atkvøður vóru fyri og ongin ímóti. Samtykt er sostatt ikki at ganga umsóknini á møti. Páll á Reynatúgvu fór av fundi, meðan málið bleiv viðgjørt.
Mál 1.2 Umsókn frá Summartónum um stuðul til 9 tiltøk. Trivnaðar- og Mentanarnevndin mælir stýrinum til at játta 2500 kr til tiltøkini. Stýrið samtykti tilmælið frá Trivnaðar- og Mentanarnevndini.
Mál 1.3 Uppskot til samtyktar frá Brandi Sandoy, Eyðvari Petersen, Fríða Nolsøe og Poul Klementsen um uppíbygging í hølini, ið barnagarðurin húsast í á Teigunum. Meirilutin í Trivnaðar- og Mentanarnevndini, Fríði Nolsøe og Poul Klementsen, mælir til, at umsitingin fer at projektera og bjóða út. Olga tekur støðu á bygdaráðsfundinum. Broytingaruppskot frá Pálli á Reynatúgvu, Lis Clementsen og Olgu Fossdalsá um at heimila umsitingini saman við starvsfólki í barnagarðinum og foreldraráðnum at projektera útbygging av barnagarðinum á Teiginum ella alternativt nýggjan barnagarð. Uppskotið varð sett undir atkvøðugreiðslu. Tríggjar atkvøður vóru fyri og fýra ímóti. Broytingaruppskotið er sostatt fallið. Síðan varð atkvøtt um upprunauppskotið. Tríggjar atkvøður vóru fyri og ongin ímóti. Upprunauppskotið er sostatt samtykt.
Mál 2.1 Viðv. uppskoti til samtykar um uppíbygging í barnagarðinum. Vinnu- og Tøkninevndin er biðin um at koma við evt. tekniskum broytingum og rættingum. Vinnu- og Tøkninevndin hevur ongar tekniskar broytingar ella rættingar til fyriliggjandi uppskot.
Mál 2.2 Umsókn um byggiloyvi til bilhús, sambært tekning á matr 305a á Sandi, frá Jens W. Mortensen. Vinnu- og tøkninevndin mælir stýrinum til at játta umsóknini. Stýrið samtykti tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.
Mál 2.3 Umsókn frá Haraldi Jensen um broyting í byggisamtyktini fyri Sands kommunu fyri ein part av matr. 50, sum ynski er at leggja út til sethúsaøki. Vinnu- og Tøkninevndin mælir stýrinum til ganga umsóknini á møti. Stýrið samtykti tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.
Mál 2.4 Setan av umsjónarmanni. Málið varð beint aftur í Vinnu- og Tøkninevndina til víðari viðgerð.
Mál 2.5 Setan av havnaumsjónarmanni. Tvær umsóknir eru til starvið. Vinnu- og Tøkninevndin mælir til at seta Richard Hentze sum havnaumsjónarmann. Stýrið samtykti tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini.
Mál 2.6 Ásetan av søluprísi av summarhúsagrundøkjum Handan Hamralið. Vinnu- og tøkninevndin mælir stýrinum til, at søluprísurin verður 415 kr fyri fermeturin. Fimm atkvøður vóru fyri, ein atkvøða var ímóti, og ein atkvøða var blonk. Tilmælið frá Vinnu- og Tøkninevndini er sostatt samtykt.
Mál 3.1 Setan av 25-tíma farloyvisstarvi í barnagarðinum. Inn eru komnar 6 umsóknir til starvið. Laila Marston Petersen, leiðari í barnagarðinum, er biðin um at koma við einum tilmæli, og mælir hon til, at Kristrunn Nicodemmusen, Húsavík, verður sett í starvið. Brandur Sandoy, borgarstjóri, mælir til at fylgja tilmælinum frá leiðaranum. Stýrið samtykti at seta Kristrunn Nicodemussen í starvið.
Flaggdagshald á Sandi
Flaggdagin 25. apríl 2011 kl. 17 skipar Sands Kommuna fyri flaggdagshaldi á Mørkini Miklu. Olga Fossdalsá flytir fram røðu. Aftaná eru øll vælkomin inn í tilhaldið at fáa sær okkurt gott undir tonnina. Verið hjartaliga vælkomin.
Sands Kommuna |
| Seinast uppdatera tann Mik, 20 Apríl 2011 |



