Alment innlit PDF Prenta E-mail

Allir borgarar hava rætt til alment innlit í fyrisitingina. Tað tryggjar lógin um alment innlit, sum løgtingið samtykti fyri nøkrum árum síðan.

Lógin fevnir um alla almennu fyrisitingina, t.v.s. bæði hjá landinum og kommununum. Rætturin til alment innlit fevnir um øll skjøl í einum máli, eisini kort, tekningar og journalyvirlit. Er umsøkjarin partur í málinum, hevur hann víðari heimildir til innlit.

Sands kommuna vil hava fullan opinleika og gjøgnumskygni í umsitingini og gevur sum meginregla borgarunum innlit í øll skjøl. Tó kann kommunan ikki geva innlit í upplýsingar viðvíkjandi privatu ella fíggjarligu viðurskiftunum hjá einum persóni, ávís innanhýsis skjøl og tilfar, ið er fevnt av tagnarskyldu.

Vilt tú hava innlit í eitt mál, skalt tú seta teg í samband við Umsitingina tlf. 361 034, sum gevur nærri leiðbeiðing.